Tá ið vit tosa framvið hvønn annan: Ein persónlig reflektión um konfliktina millum Leiv og Marionnu
Eg má viðganga, at tað var spennandi og undirhaldandi at fylgja við konfliktini millum Marionnu og Leiv, sum byrjaði á Facebook og endaði í útvarpinum. Hetta var ikki bara undirhaldandi drama á sosialum miðlum, men ein spegilsmynd av nøkrum, ið eg sjálvur havi upplivað so mangan: hvussu fólk við ymiskum bakgrundum og ættarliðum halda seg at tosa um tað sama, men í roynd og veru tosa framvið hvønn annan.
Søgan í stuttum
Sum tey flestu vita, byrjaði alt við, at Marianna Nagata legði eftir Leiv Thomsen á Facebook fyri hansara viðgerð av "Femininomen" í vikuskiftissendingini. Hon segði, at hann "hataði" slík kvinnutónleikatiltøk – ein sterk ákæra, sum skapti ein langan tráð av viðmerkingum.
Sjálvur fylgdi eg facebook tráðinum, og varð stórliga yvirraskaður tá Terji Rasmussen kimaði inn og avlýsti konsertirnar við fleiri kvinnuligum tónleikarum, tí tær høvdu tikið part við Marionnu.
Men tað, sum veruliga fekk meg at hugsa, var tá tey bæði hittust í útvarpinum. Har sá eg nakað, ið eg kenni alt ov væl aftur úr mínum egna lívi.
At síggja meg sjálvan í konfliktini
Tá eg lurtaði eftir samrøðuni millum Leiv og Marionnu, var tað sum at síggja eina spegilsmynd av konfliktum, eg sjálvur havi verið í. Virginia Satir hevur eitt modell fyri samskifti í konfliktum, sum eg eri vorðin fascinereraður av – kanska tí eg kenni meg sjálvan aftur í hesum.
Eg má erliga viðganga: Eg eri ein "super-reasonable" persónur, tá eg eri undir trýsti. Akkurát sum Leivur, so spyrji eg eftir hørðum prógvum, hagtølum, og empiriskum kanningum, tá eg kenni meg kroystan. "Hevur tú nøkur føroysk tøl?" spurdi Leivur, tá Marianna nevndi kanningar úr Danmark. Eg tók meg sjálvan í at nikka, tí eg hevði sagt akkurát tað sama.
Men tað er ræðuliga lætt at goyma seg aftanfyri tøl – ein fella eg ofta eru dottin í. Við at fokusera uppá metodologiskar spurningar, kunnu vit sleppa undan at tosa um tað, sum veruliga liggur undir konfliktini: kenslur, upplivingar og virðir.
Ættarliðsgjógvin í mínum egna lívi
Tað, sum serliga talaði til mín í hesari konfliktini, var ættarliðsgjógvin. Akkurát sum Leivur (í 50'unum) og Marianna (í 20'unum) hava ymiskar mátar at skilja heimin, so upplivi eg ofta somu gjógv tá eg tosið við onnur, ið eru frá einum øðrum ættarliði.
Eg minnist meg hava sagt okkurt, sum eg helt var vanligt skemt, men sum dóttir mín peikaði á og segði, at eg var niðurgerandi fyri ein ávísan bólk. Mín default reaktión er ofta klassisk "super-reasonable": " Hvørjar greiningar vísa tað?", ella okkurt annað, har eg ikki fyrihaldi meg til tað kensluliga.
Tað var ikki fyrr enn seinni, at eg havi skilt, at eg var akkurát líka blindur sum Leivur tykist at vera í hesari konfliktini. Eg sá ikki mínar egnu blindvinklar, tí tað er so lætt at halda, at soleiðis sum heimurin er fyri mær, soleiðis er hann eisini fyri øll onnur.
Tá friður kemur undan rættvísi
Kanska tað, sum talaði mest til mín, var tá Leivur segði: "Kunnu vit ikki bara enda konfliktina her og nú?" – og Marianna svaraði, at hon ikki kundi gera tað, uttan at Leivur viðurkendi, at har var ein strukturellur trupulleiki.
Hesin parturin av samrøðuni fekk eina klokku, at ringja í mínum høvdi. Hvussu ofta havi eg ikki sjálvur gjørt akkurát sum Leivur? "Kunnu vit ikki bara sleppa hasum og koma víðari? " Uttan at skilja, at fyri hin partin, handlar tað ikki bara um at "sleppa" – tað handlar um at stríðast fyri at verða hoyrd og viðurkend.
Hvat eg læri av hesum
Henda konfliktin hevur fingið meg at reflektera yvir, hvussu eg sjálvur samskifti, serliga tá eg eri undir trýsti. Eg síggi nú, at:
Mítt "super-reasonable" samskiftismynstur er ikki altíð tað besta. Tá eg leypi beint yvir í saklig argument og tøl, missi eg menniskja aftanfyri orðini.
Tað er ikki altíð neyðugt við kanningum fyri at viðurkenna, at ein trupulleiki er til. Upplivingar hjá fólki eru eisini ein sannroynd.
Tá onkur sigur, at eg havi ein blindvinkul, er tað ikki ein persónlig átala – tað er ein møguleiki at læra nakað nýtt um meg sjálvan.
At flyta seg frá "rætt" til "betri"
Sjálvur arbeiði eg við at flyta meg frá "super-reasonable" til eitt meira balansera samskifti. Fyri meg merkir tað:
At lurta eftir royndum hjá øðrum uttan beinanvegin at krevja "objektiv" prógv
At viðurkenna, at kenslur – bæði mínar egnu og hjá øðrum – eru líka týdningarmikil sum fakta
At tora at vera persónligur og eymur, heldur enn at intellektualisera alt
At skilja, at veruligur friður kemur gjøgnum viðurkenning og fyrigeving, ikki við at sleppa málinum
Marianna og Leivur eru kanska ikki heilt komin á mál enn, men teirra samrøða hevur hjálpt mær at síggja míni egnu samskiftismynstur í einum nýggjum ljósi.
Eg haldi, at um vit leggja doyin eftir at síggja okkara egnu samskiftismynstur, og royna at fáa eina betri javnvág millum kenslur og fakta "leveling", so vænti eg, at vit megna at skapa eina betri samtalu tvørtur um ættarlið, kyn og perspektiv.
Hetta er ein persónlig reflektión grundað á eina almenna konflikt. Endamálið er ikki at taka støðu til hvør hevur rætt, men at brúka konfliktina sum eina spegilsmynd fyri mítt egna samskifti.
Keldur:
Facebook uppslagið:
https://www.facebook.com/share/p/16GdwPnpP6/
Kjaki í útvarpinum:
https://kvf.fo/greinar/2025/03/11/leivur-og-marianna-kjakast
Teoriin hjá Satir
Satir, Virginia ; Gomori, Maria ; Gerber, Jane . The Satir Model: Transformative Applications in Therapy, Organizations, and Personal Growth