Jobmatch: Hvør fyritøka leitar eftir klaver-leikarinum, ið kann temja kaos?
Týsdagin 30. desember lata dyrnar upp fyri Jobmatch í høllini við Tjarnir. 88 fyritøkur og stovnar standa klárir at kappast um bestu høvdini. Men áðrenn tú fert inn at vitja básarnar og lata teg lokka av orðum sum “at arbeiða agilt” og "dynamiskt umhvørvi", havi eg eitt lítið ráð til tín.
Hygg fyrst at hesum videobrotinum:
Vit síggja ein ungan sangara, sum ikki hevur sans fyri tónalagi. Við síðuna av situr ein klaverleikari við einum yvirmenniskjaligum toli og gehør. Hann "bjargar" støðuni við at skifta dur konstant – upp á splitsekund – fyri at fylgja tí, sum drongurin ger.
Tað er stuttligt at hyggja at. Men um vit taka organisatións-brillurnar uppá, so er hetta ikki ein ókend mynd. Hesar fyritøkur leita eftir tær, ið kann fjala, at sangurin (leiðslan/bygnaðurin) ikki hongur saman.
Veruleikin á Jobmatch
Eg havi kaga í starvslýsingangar til ársins Jobmatch, og tað sum sker í eyguni eru orð so sum "høgt tempo", "tíðartrýst" og "sjálvstøðugur".
Lat okkum taka eitt ítøkiligt dømi frá einari aktuellari lýsing (sum kundi verið frá fleiri):
"...vit hava eitt arbeiðsumhvørvi, har tað ofta gongur skjótt fyri seg, við nógvum bóltum í luftini í senn."
Hetta ljóðar dynamiskt. Men longu í næsta setningi kemur kravið til umsøkjaran:
"Vit leita eftir einum sjálvstøðugum (...) starvsfólki, sum dugir at samstarva og arbeiða skipað."
Her er klaverleikara-fellan svart upp á hvítt.
Fyritøkan viðgongur, at umhvørvið er merkt av høgari ferð og nógvum bóltum (latent kaos). Tí leita tey eftir einum persóni, ið megnar at arbeiða skipað mitt í hesum. Tey leita eftir einum, ið kann skapa ró í kaos. Einum klaverleikara, ið kann fylgja einum sangara, sum skiftir tónalag allatíðina.
Tá orðið "sjálvstøðugur" er eitt tað mest nýtta orðið í lýsingunum, kanst tú spyrja teg sjálvan: Merkir tað, at eg fái ábyrgd, ella merkir tað, at eg eri einsamallur um at finna loysnina, tá leiðslan svíkur?
Misskiljingin av Agiliteti
Á Jobmatch kundi tað hent, at tú hoyrir onkran tosa um at verða agilur ella smidligur. Men ansa eftir:
Drongurin í videoinum er ikki "agilur", hóast hann skiftir kós alla tíðina. Hann er kaotiskur, ikki tí hann manglar eina ætlan (sangin), men tí hann manglar førleikan at halda tónalagið.
Klaverleikarin er heldur ikki "agilur" í strategiskum týdningi; hann er reaktivur. Hann er fangaður í at sløkkja eldar ístaðin fyri at spæla tónleik.
Sannur agilitetur krevur ein sterkan rygg – eitt fast tónalag – sum man so kann improvisera út frá. Uttan struktur er ongin agilitetur, bara ørkymlan.
Downstream-hetjan og "Upstream" loysnin
Hví hevur hetta týdning fyri teg, sum leitar eftir einum starvið? Rithøvundurin Dan Heath skrivar í bókini Upstream um vandan við "Downstream-hetjum".
Klaverleikarin er tann ultimativa downstream-hetjan. Hann loysir trupulleikan, tá hann er uppstaðin. Vit klappa, tí hann bjargaði degnum. Men so leingi vit heiðra klaverleikaran fyri at bjarga kaosinum, hava vit einki incitament til at fara "Upstream" og loysa veruliga trupulleikan: At leiðslan kanska manglar eina sterka kós og ein burðardyggan bygnað.
Tann ósjónligi kostnaðurin er, at tú sum starvsfólk og downstream-hetja endar við ikki at gera stórvegis framstig, tí orkan fer til at sløkkja eldar. Hugsa tær, um sangarin var góður, so kundi tú brúkt tíni evni til innovatión og menning ístaðin.
Tað er sjálvandi altíð vert at minnast til, at leiðsla er ein fløkt uppgáva. Kaosið stavar allarhelst ikki frá manglandi vilja, men kann eisini koma frá stórum uttanhýsis trýsti, tørvi á at svara skjótt aftur upp á nýggjar marknaðir ella ein erlig, men miseydnað, roynd at vera “agilur”.
Veruligi trupulleikin er ikki kaosið, men valið hjá leiðsluni at leita eftir eini “Downstream-hetju” ístaðin fyri at finna veruligu “Upstream” loysnina.
Til tín, sum situr hinumegin borðið
Hetta er ikki ein dómur yvir allar tær 88 fyritøkur og stovnar, sum eru við á Jobmatch. Tað er einki galið í at ynskja sær dugnalig og sjálvstøðug starvsfólk. Men vit mugu vera varin, so vit ikki ótilvitað leggja ábyrgdina av einum halgóðum bygnaði til tað einstaka starvsfólkið.
Kanska er Jobmatch eisini eitt høvi hjá arbeiðsgevarum at spyrja seg sjálvan:
Leita vit eftir einum klaverleikara til at fjala at vit mangla ein sterkan bygnað?
Hvussu kunnu vit fara "Upstream" og betra um arbeiðsgongdirnar, so okkara starvsfólk kunnu brúka sína orku upp á menning heldur enn eldsløkking?
Mítt ráð til Jobmatch
Tá tú fert runt við Tjarnir týsdagin, so lat teg ikki lumpa av setningum sum "her gongur tað skjótt" ella "tú skal tola broytingar".
Spyr heldur:
"Hvussu tryggja tit, at eg fái frið til at loysa mínar uppgávur?"
"Er 'trýst' ein undantaksstøða hjá tykkum, ella er tað gerandisdagur?"
Tí um tú ert ein dugnaligur klaverleikari, so hevur tú uppiborið tú ein sangara, ið dugir at syngja.
Gott Jobmatch!
Keldur
Heath, D. (2020). Upstream: The Quest to Solve Problems Before They Happen. Simon & Schuster.
Myndin er skapt við hjálp av vitlíki / AI











