Feilurin, eg eri í ferð við at gera
Eg fari nú at gera tann feilin, eg haldi vit ikki skulu gera, men eg dugi ikki at skriva hetta uttan, at sjálvur detta í felluna.
Í morgun, tá eg sá Eriku Kirk tala til minningarhaldið fyri manni sínum, festi eg meg við nakað, hon segði: At Charlie hevði roynt at "bjarga" ungum monnum sum hann, ið drap Charlie. Tað fekk meg at hugsa um, hvat vit í veruleikanum meina, tá vit tosa um at bjarga øðrum. Munnu vit nakrantíð veruliga skilja, hvat tey, vit royna at bjarga, faktiskt hava tørv á?
Men her siti eg so og skrivi um evnið. Og tað merkir jú, at eg lati sum um, at eg veit nakað, sum tú ikki veitst. Eg vísi á, at tað er ein trupulleiki við mátanum, vit hugsa um at hjálpa øðrum, sum aftur bendir á, at eg havi ein betri máta at hugsa um tað. Eg royni at bjarga tær frá feilinum, at royna at bjarga øðrum, sum kanska ikki hava tørv á akkurát tínari hjálp.
Sært tú trupulleikan?
Kierkegaard sá hesa felluna allastaðni. Fólk, sum hildu seg hava funnið tann autentiska mátan at liva og vildu læra øll onnur hann. Paulo Freire kallaði tað "bankamodellið". At tú setur tína vitan inn á tómu kontoina hjá onkrum øðrum. Avbjóðingin við hesum "bankamodellinum", sum Freire lýsir tað, er ikki bara, at tað er ein vánaligur máti at læra frá sær, men at tað skjótt kann enda sum eitt amboð til kúgan. Kjarnan í trupulleikanum er, at vit halda okkum hava svarið; tað rætta svarið, tann rætta hugburðin; og so vilja vit geva hetta til onnur. Vit gerast so upptikin av okkara egnu loysn, at vit gloyma at spyrja, um hin parturin hevur tørv á tí, ella um viðkomandi í veruleikanum hevur nakað at læra okkum?
Men hvat geri eg júst nú, um ikki akkurát hetta?
Kanska er einasti erligi mátin at skriva um hetta at viðganga, at eg havi eingi svar, bara spurningar:
Hvussu vita vit, um okkara ynski at hjálpa stavar frá ektaðari umsorgan heldur enn okkara egna tørvi á at kenna okkum gagnlig, rættvís ella at hava tamarhald? Nær gerst tað at bjóða okkara sjónarmið til at troka okkara virðir niður yvir onnur? Hvussu kunnu vit varðveita opinleikan fyri møguleikanum, at tey, vit halda hava tørv á at verða bjargað, í veruleikanum skilja nakað, sum vit ikki skilja?
Eg hugsi um Eriku Kirk, sum fyrigav drápsmanni manns síns og segði, at Charlie hevði ynskt at bjarga hesum unga manninum. Eg skilji ikki hennara sorg, hennara trúgv, ella hvat arbeiðið hjá manninum hevði at týða fyri hana. Eg havi ikki livað hennara lív. Hvør eri eg, at seta spurnartekin við tað ella at greina tað?
Kortini klári eg ikki at sleppa tankanum um, at her er okkurt týdningarmikið, ið snýr seg um, hvussu vit møta hvørjum øðrum tvørtur um okkara ósemjur. Nakað um munin á eini sonnum møti og eini betrivitandi bjargingarroynd.
Eg eri ikki vísur í, hvat eg haldi um nakað av hesum. Og kanska er tað júst tað, sum er poengið.
Hvat heldur tú?








