føroyskt


#dc comics#batman#bruce wayne#dc#dick grayson#dc universe#tim drake#batfamily#batfam#dc fanart




seen from Costa Rica
seen from China
seen from United States

seen from United States
seen from South Korea
seen from United States

seen from Egypt

seen from New Zealand
seen from China

seen from New Zealand
seen from New Zealand

seen from New Zealand
seen from Germany

seen from New Zealand

seen from France

seen from New Zealand

seen from New Zealand

seen from Canada

seen from Malaysia
seen from China
føroyskt
Skrivstovufólk til Føroya Kærustovn - 8. dec.
Skrivstovufólk til Føroya Kærustovn – 8. dec.
Føroya Kærustovnur søkir avloysara fyri skrivstovufólk.
Nú eitt av okkara starvsfólkum fer í farloyvi er avloysarastarv sum skrivstovufólk á Føroya Kærustovni leyst at søkja. Starvsetanin byrjar 1. januar 2015 ella skjótast til ber og endar 30. august 2015.
Førleiki Umsøkjarin skal hava skrivstovuútbúgving ella aðra samsvarandi útbúgving, góðan málkunnleika í føroyskum, góðar…
View On WordPress
Sølufólk til privatkundadeild hjá Føroya Tele - 21. nov
Sølufólk til privatkundadeild hjá Føroya Tele – 21. nov
Privatkundadeildin hjá Føroya Tele søkir við hesum eftir einum sølufólki til tíðaravmarkað starv.
Arbeiðsinnihald: Arbeiðið fevnir í høvuðsheitinum um sølu av lýsingum í Telefonbókini og onlinetænastunum á nummar.fo.
Førleikar og royndir hjá umsøkjarum:
Hava søluroyndir og kann vísa á úrslit
Dirvi og áræði, at vera uppsøkjandi og røkka ásettum málum
Nærlagt og sjálvstøðugt arbeiðslag
Positivt…
View On WordPress
Miðlatøkningur til Tøknideildina í Kringvarpi Føroya - 4. sep.
Miðlatøkningur til Tøknideildina í Kringvarpi Føroya – 4. sep.
Søkt verður eftir miðlatøkningi at seta í barnsburðarfarloyvisstarv á Tøknideildini. Arbeiðsøkið er innan foto/video, redigering og mynda- og ljóðeftirarbeiði. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og arbeiðið fevnir um sjónvarp, útvarp og web.
Krøv Tú skal vera útbúgvin sum film- og sjónvarpsfotografur. Førleikar og royndir í Adobe Premiere Pro og After Effects redigeringsforritum og royndir innan…
View On WordPress
Programmfólk til Krinvarp Føroya - 14. aug
Programmfólk til Krinvarp Føroya – 14. aug
Kringvarp Føroya søkir eftir programmfólki fyri starvsfólk, sum eru í farloyvi.
Mentanardeildin hevur ábyrgd av at framleiða til útvarp, sjónvarp og web. Deildin er býtt upp í fleiri ymisk øki ? tey eru mentan í breiðum týdningi, tónleikur, ítróttur, átrúnaður, børn og ung. Harumframt hevur deildin ábyrgd av skrálegging til bæði sjónvarp og útvarp.
Vit bjóða Tú verður partur av einum toymi, sum…
View On WordPress
Løgfrøðingur til Føroya Kærustovn - 14. august
Løgfrøðingur til Føroya Kærustovn – 14. august
Ert tú løgfrøðingur og ynskir at tryggja rættartrygdina hjá børnum og foreldrum teirra, er starv við fyrireiking av málum til Høvuðsbarnaverndarnevndina kanska nakað fyri teg.
Tú byrjar í starvinum 1. september 2014 ella eftir nærri avtalu.
Um okkum Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá 7 kærunevndum, umframt Skuldarumskipanar- nevndini. Okkara arbeiði fevnir í høvuðsheitunum um at lýsa og viðgera…
View On WordPress
Í læru sum logistikur ástøðari hjá Føroya Bjór - 27. feb.
Í læru sum logistikur ástøðari hjá Føroya Bjór – 27. feb.
Vit bjóða eitt áhugavert lærupláss til rætta viðkomandi innan Logistik og Lagur.
Arbeiðsuppgávur:
Tilrættalegging viðvíkjandi flutningi og bílegging av vøru.
Lagur stýring
Góðkenningar viðvíkjandi vørumóttøku
Handil og logistik
Vit bjóða:
Eitt gott og fjølbroytt arbeiðspláss
Løn og setunartreytir eftir galdandi yrkisfelag.
Vit vænta at umsøkjarin:
Er ágrýtin og nærlagdur
Góð evni at…
View On WordPress